Byrjar – 1. desember 2026
Alt á einum
og sama stað
Tómar ølfløskur einastaðni og tómar sodavatnsfløskur aðrastaðni – tann tíðin er farin.
Nú fáa Føroyar eina nýggja pantskipan.
LÆTT AT MINNAST
Tvey pantvirði
50 cl ella minni
2kr.
Meira enn 50 cl
4kr.
Kann eg panta hetta?








Einki til spillis!
Fløskur, dósir og onnur íløt, sum einki pant er á, kunnu eisini latast til endurvinningar, so tilfarið kann fáa nýtt lív.









Einki til spillis!
Fløskur, dósir og onnur íløt, sum einki pant er á, kunnu eisini latast til endurvinningar, so tilfarið kann fáa nýtt lív.
Er pant á?
Við PANT-appini kanst tú skanna strikukotuna, so sært tú beinanvegin, um pant er á ílatinum.

Slepp av við íløt
Far har tú plagar
Sama hvar í landinum ílatið er keypt.
Kortið verður lisið inn…

Pant gevur tilfari nýtt lív
Tá tú letur pantíløt inn aftur, ert tú við til at tryggja, at tilfarið kann verða endurvunnið og brúkt av nýggjum. Soleiðis verða orka og rávørur spardar, og tú gert mun fyri umhvørvið.
Gott fyri umhvørvið
Tá tú pantar, ert tú við til at minka um dálking og verja náttúruna. Færri íløt enda sum burturkast í náttúruni og vit ansa betur eftir umhvørvinum.
Minni burturkast
Pantskipanin ger tað lætt at lata íløt inn aftur í staðin fyri at koyra tey burtur. Jú minni burturkast vit hava, tess reinari verður umhvørvið.
Tilfeingi í ringrás
Tá pantíløt verða savnað inn, kunnu tey verða endurnýtt ella tilfarið endurvunnið. Soleiðis verður tilfarið partur av einari ringrás og kann nýtast av nýggjum. Hetta kalla vit ringbúskap.
SØLUSTØÐ
Skyldur, pantposar,
innsavning og avrokning
VEITARAR OG SØLUSTØÐ
Skráset fyritøkuna hjá PANT
Ofta spurdir spurningar
Nær byrjar nýggja pantskipanin?
Nýggja føroyska pantskipanin byrjar 1. desember 2026.
Kann eg panta alt?
Pantskipanin fevnir um skrásett drykkjuíløt úr plasti, glasi og metali, sum rúma frá 15 cl til og við 3 litrar. Talan kann eitt nú vera um íløt frá sodavatni, vatni, øli, djúsi, saft, siroppi, víni, brennivíni, smoothies og proteindrykkjum uttan mjólk.
Íløt, sum ikki eru skrásett í pantskipanini, og íløt, har strikukotan ikki kann lesast, geva ikki pant. Nógv teirra kunnu tó latast til endurvinningar. Við PANT-appini kanst tú kanna, um pant er á ílatinum.
Hvussu nógv fái eg í pant?
Pantvirðið verður ásett eftir støddini á ílatinum.
Íløt, sum rúma 50 cl ella minni, geva 2 krónur í panti.
Íløt, sum rúma meira enn 50 cl, geva 4 krónur.
Ber til at panta skadd íløt?
Fløskur og dósir skulu ikki vera avskeplað og navnamerkið/etikettin skal sita á, so skannarin ella pantautomatin kann kenna íløtini aftur og lesa strikukotuna. Íløt, har strikukotan ikki kann lesast, geva einki pant.
Hvar kann eg lata pant inn?
Tú kanst lata pantíløt inn, har tú plagar. Á kortinum omanfyri sært tú skrásettar pantstøðir kring landið.
Gev gætur: Føroyskir framleiðarar hava bert skyldu at taka ímóti sínum egnu íløtum.
Hvat geri eg, um strikukotan ikki kann lesast?
Vend ílatinum, so strikukotan vendir móti lesaranum. Kanna eisini, at ílatið ikki er kroyst, og at strikukotan er turr og lesilig. Riggar tað framvegis ikki, kanst tú biðja starvsfólkið á pantstaðnum um hjálp.



